Tróndur Arge sigur frá NSÍ-B36 á Rás2 í dag

Dysturin byrjar klokkan 17.15. Sendingin byrjar klokkan 16.45

Tróndur Arge er í góðari venjing at siga frá fótbólti á Rás2. Mikukvøldið segði hann frá B68-ÍF, og fríggjadagin segði hann frá HB-Skála. Umframt, at hann hevur sagt frá nógvum dystum farnu umførini.

 

Dysturin NSÍ-B36 byrjar klokkan 17.15.

 

Áðrenn vit seta til Trónd ringja vit til Fuglafjarðar og til Streymnesar, og tosa við umboð fyri EB Streymur og Víking, og við umboð fyri ÍF og AB. Í hálvleikinum í dystinum millum NSÍ og B36 tosa vit við Eyðun Klakstein KÍ-venjara, og við Jógvan Martin Olsen, B68-venjara.

 

Besta smsið, sum verður sent til 55 99 99 vinnur eitt atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Finnland á Tórsvølli, sunnudagin 7. september.

 

Tá Tróndur Arge er liðugur við samrøðurnar aftaná dystin NSÍ-B36, fara vit at hoyra ta næstu reportasjuna úr Uruguay. Har vit saman við Ivani Eginssyni Eysturland vitja stórfelagið, NACIONAL í Montevideo í Uruguay, sum hevur vunnið 44 meistaraheiti, og suðuramerikonsku "Champions League" - Copa Libertadores tríggjar ferðir.

 

Tað ber til at hoyra sendingina á hesari leinkjuni: http://www.pressan.fo/index.php?id=101

 

Á in.fo ber til at fylgja gongdini í øllum dystunum í dag. Ljóðsamrøður, myndatema og videobrot koma út á in.fo seinni í dag.