Í løtuni arbeiðir felagið við eini stórari byggiætlan niðanfyri oljutangarnar á Viðarnesi í Havn, og millum jól og nýggjárs undirskrivaði felagið sáttmála við grønlendingar um keyp av einum trolvirki í Nuuk.
P/F Vónin, sum hevur sítt virksemið í Fuglafirði og í Havn, er eitt væl koyrandi felag, sum hevur út við 100 fólk í arbeiði, tá ið mest er at gera.
Tíðin eftir ársskiftið er vanliga eitt sindur deydlig, men í løtuni eru millum 70-80 fólk í føstum starvi hjá felagnum. Eini 20 fólk arbeiða á virkinum í Álakeri, hini í Fuglafirði. Og tey hava nógv at takast við.
John Poulsen, stjóri á Vónini, sigur, at teir plaga at hava menn, sum eitt nú sigla í Grønlandi og eru heima helvtina av tíðini, til arbeiðis á virkinum, tá ið mest er at gera.
- Hetta eru í flestu førum menn, sum áður hava arbeitt á Vónini. Tað, at teir arbeiða her hjá okkum av og á, gevur íblástur báðar vegir. Teir eru góðir at hava til hjálpar, tá ið mest er at gera, sigur hann.
Stórar ætlanir
Vónin er ikki eitt felag, sum stendur í stað, men fylgir tíðini og byggir seg út, so hvørt tað er neyðugt.
Í løtuni arbeiðir felagið við eini stórari byggiætlan niðanfyri oljutangarnar á Viðarnesi í Havn og gongst sum ætlað, stendur ein nýggjur bygningur liðugur á Viðarnesi við árslok.
- Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis. Kommunan er í holt við at fylla økið út og gera tað klárt hjá okkum at yvirtaka til 1. apríl.
John sigur, at teir fara at byggja eitt hús í tveimum hæddum, sum er 60 x 25 metrar stórt, og tá ið bygningurin er liðugur at taka í nýtslu, verður virksemið, sum í dag er í Álakeri, flutt oman á Viðarnes. Í ovaru hæddini verður framleiðsla; í niðaru goymsla.
- Hetta er ein stór verkætlan, sum kostar einar 14 milj. krónur, sigur stjórin.
Eiga og leiga
John sigur, at Vónin er býtt upp í deildir, soleiðis at t.d. botntrolini verða gjørd og viðlíkahildin í Havn.
- Men í bygninginum í Álakeri er alt ov trongligt; har er lítið pláss til at strekkja trolini út. Tí er heldur ikki nóg arbeiðsligt í verandi hølum.
Vónin eigur bygningin í Álakeri saman við Mortani Johannesen, Mortani á Ennibergi.
- Bygningurin var til sølu á sinni, og vit samdust við Mortan um at keypa hann í felag. Síðan hava vit leigað partin hjá Mortani eisini.
Hvussu verður við hesum bygningi, tá ið byggingin á Viðarnesi er liðug, er ikki endaliga avgjørt enn, men hugsandi er, at Vónin fer at sleppa sær av við sín part.
- Nýggi bygningurin verður nógv størri enn verandi, og haraftrat verður hann í tveimum hæddum, vísir John á.
Vónin keypt seg inn í Grønlandi
Men Vónin hevur uppaftur fleiri jørn í "eldinum".
Millum jól og nýggjárs undirskrivaði felagið sáttmála við tvey reiðarí í Grønlandi, sum eiga eitt minni trolvirki har yviri, Qalut í Nuuk.
- Tað vóru grønlendingar, sum vendu sær til okkara og spurdu, um vit vóru sinnaðir at keypa. Vit tóku av tilboðnum, og nú hevur Vónin so keypt 75% av Qalut.
John sigur, at Vónin hevur nógv samstarv við grønlendsk reiðaríir, sum eru "kundar" í Føroyum.
- Grønlendingar meta, at Qalut kann gerast meira nýskapandi saman við okkum, soleiðis at tað eisini verður ein fyrimunur fyri teir. Vit hava nógvar góðar "kundar" í Grønlandi, og hesar virðismeta vit. Tí avgjørdu vit at keypa, og vilja vit verða við til at menna hetta virkið, soleiðis at tað verður á sama støði sum Vónin.
Størri og smærri trol
John sigur, at teir hava verið í Grønlandi og hugt at virkinum, og teir halda, at Qalut hevur eitt fitt hús, sum okkurt gott kann spyrjast burtur úr.
- Har arbeiða nakrir fiskimenn. Teir gera og umvæla trol, bæði størri trol og eisini trol til teir smærru bátarnar, sigur stjóri á Vónini, John Poulsen.