Trolveiðan kundi roynst betri

Fimm trolbátar eru á Skeivabanka, og fiskiskapurin er hampiligur. Teir flestu koma inn at landa mánadagin.

 

- Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur í mun til tíðina, sum skuldi verið góð til upsa. 

 

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.

 

- Allir djúpvatnstrolararnir, sum vanliga eru á ísfiskaveiði, liggja, men helst fer onkur út um vikuskiftið. Ein fiskar á djúpum vatni og landar niðri, ein fiskar svartkalva og frystur veiðina umborð. 

 

Um smáu trolbátarnar veit marknaðurin at siga, at fimm fiska havtasku á Skeivabanka, og fiskiskapurin er hampiligur.

 

- Teir flestu trolbátarnir koma inn at landa mánadagin.

 

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði, og eitt av hesum skipum kemur inn at landa mánadagin. Hitt skipið landar helst seinni í vikuni.

 

- Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er smáligur, veit Fiskamarknaður Føroya at siga.