Trolkamera á ferð í Sahara

Í hesum døgum er Rúni Petersen, verkætlanar-og søluleiðari av trolkameranum, sum JT electric framleiðir, á ferð í Afrika. Í løtuni er hann umborð á trolaranum, Helen Mary, sum stóra hálendska felagið, Parlevliet & Van der Plas, eigur. Hetta er sama felag, sum eigur og rekur virksemið á Faroe Pelagic í Kollafirði. Sum skilst, hevur tað tikið sína tíð at koma niður til Mauretania við útgerðini, og á ferðini hevur eisini verið koyrt í jeepi um ein part av Sahara.

Portalurin hevur ikki skift orð við Rúna Petersen í hesum umfari, nú hann er umborð á Helen Mary, men í meyli hava vit lisið fylgjandi reglur hjá honum:

?Vit skiftast um at koyra millum oyðimørk og tundra, og kortini eru hús fram við vegnum ? við umleið einum kilometri ímillum...?

Og so leggur Rúni aftrat:

?Fiskiskapurin her á leið hevur verið sera góður seinastu árini, men í ár stendur verri til. Kanska fer TC (trolkameraið) at fáa ferð á fiskiskapin aftur...?

Ólavur Thomsen, stjóri í JT electric, heldur, at hendan royndin við trolkameranum í Afrika er sera áhugaverd og spennandi.

- Tað er eitt stórt felag, sum eigur Helen Mary, og hetta felag eigur eisini ein av heimsins størstu trolarum. Vit vænta at selja eini tvey ella trý trolkamera til skip hjá Parlevliet & Van der Plas áðrenn langt um líður.

Stjórin sigur, at Rúni hevur verið umborð á Helen Mary í eina góða viku, og ætlandi verður hann umborð nakrar dagar aftrat.

- Upptøkurnar við trolkameranum eru sera væl eydnaðar, og manningin hevur sæð ymiskar møguleikar, sum kameraið hevur og gevur teimum.

Ólavur Thomsen vísir á, at hugsanin við trolkameranum hjá hálendska felagnum, Parlevliet & Van der Plas, er bæði at gera royndir við skiljirist ? og at gera aðrar eygleiðingar, sum kunnu føra til ymiskar broytingar og betringar av trolreiðskapinum.

- Rúni Petersen hevur eitt komplett trolkamera við sær á ferðini í Mauritania og umborð á Helen Mary, og vit eru rættiliga spentir eftir at síggja, hvussu úrslitið av átakinum verður, sigur stjórin í JT electric, Ólavur Thomsen.

Rúni Petersen, verkætlanar-og søluleiðari av trolkameranum, er maðurin vinstru megin á myndini.