B36 tykist hava spælt sær av við allar møguleikar at vinna heiðursmerkir, og steypavinnararnir í EB/Streymi hava við 4-1 heimasigri á B36 styrkt um sín møguleika at vinna bronsu og kanska fínari metall enn so.
Stóri maðurin hjá sigursharrunum var aftur í dag Arnbjørn Hansen, sum skoraði trý mál. Tað vil við øðrum orðum siga, at Arnbjørn í tveimum teimum seinastu dystunum hevur skorað átta mál (fimm mál ímóti AB).
Hetta ber við sær, at Arnbjørn er toppskjútti við seytjan málum - tvey fleiri enn Christian Høgni Jacobsen, sum á NSÍ liðnum fer at spæla á heimavølli ímóti ÍF í annaðkvøld.
Tað var tætt og intenst, inntil EB/Streymur hevði økt um leiðsluna til 4-1.
--------------
80 min.
4-1
At heimaliðið tykist kenna seg hava tak á tí, kundi nógv bent á, nú teir hava tikið miðvallar krumptappin Paula G. Hansen av vøllinum. Í hansara stað er komin Brian Olsen.
------
65 min.
4-1: Arnbjørn Hansen 51.
Heimaliðið hevur økt um leiðsluna og harvið tikið spenningin úr dystinum. Málskjútti enn eina ferð var Arnbjørn Hansen, sum var fyrstur á, eftir at Meinhard Joensen hevði hálvbjargað stútara frá Klæminti Matras.
Símun Joensen hjá B36 hevur sæð gula kortið
-------
45 min.
Hálvleikur
3-1: Heini í Skorini 44.
B36 hevur stutt undan hvíldini minkað um munin, sum nú er 3-1. Miðvallarin Heini í Skorini, sum júst var komin á vøllin, var við í uppspælinum, og hann átti síðsta fótin á, tá ið árstalsfelagið minkaði um munin.
3-1 í hálvleikinum, og tá hugsað verður um, hvussu nógv B36 hevur havt bóltin, so kann ikki alt metast at vera avgjørt.
---
40 min.
3-0
B36 hevur gjørt tvær útskiftingar: Høgni Eysturoy er komin á vøllin fyri Stig Roar Søbstad, og Heini í Skorini er komin inn fyri Bárð Olsen.
---------
35 min.
3-0: Gudmund Nielsen 32.
Eftir langa sending inn í B36 brotsteigin kiksar tað, tá ið B36 miðverjan roynir at sparka burtur. Gudmund Nielsen vinnur kontrabólt og smekkar í málið.
Sera lætt mál, og tað sær rættuliga svart út hjá B36, meðan EB/Streymur er flúgvandi.
Verjan er sum bergið, og í skjótum álopsspæli eru teir sera væl upplagdir!
------
25 min.
2-0: Arnbjørn Hansen 23.
B36 hevur bóltin væl meiri enn heimaliðið, men tað er Arnbjørn Hansen, sum er høvuðsleikari. Nú hevur hann við framúr skoti so at siga av baklinjuni smekkað bóltin í handara stólpan og í málið!
B36 hevur roynt at svara aftur, men teir eru ikki komnir nærri, enn at vongverjin hjá EB/Streymi, Gert Hansen, hevur bjargað á strikuni eftir fríspark.
----
15 min.
1-0: Arnbjørn Hansen 13.
Toppskjúttin hjá EB/Streymi tykist halda fram, har hann slepti ímóti B71, tá ið hann skoraði fimm mál!
Hesa ferð var tað Gudmund Nielsen, sum í høgru breyt ígjøgnum. Hann tóktist hava mist bóltin, men so fekk hann aftur fatur á honum og spældi Arnbjørn púra leysan.
----
5 min.
0-0
B36 hevur lotið undan, og gestirnir hava fyrstu løtuna lopið á frammarlaga á vøllinum.
-----
Marni Djurhuus er komin úr Danmark at hjálpa til í miðverjuni hjá heimaliðnum, nú liðformaðurin, Egil á Bø, er leikbannaður.
EB/Streymur-B36 kl. 15.00
Dómari: Páll Augustinussen
EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Sorin Anghel, Alex dos Santos - Gudmund Nielsen, Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen, Hans Pauli Samuelsen, Daniel Udsen - Arnbjørn Hansen
B36: Meinhard Joensen - Jónas Tór Næs, Dimitrje Jankovic, Oddmar Færø, Símun Joensen - Jákup á Borg, Bárður Olsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen Hjalgrím Elttør - Stig Roar Søbstad.