Sunnudagin 4. Juni hevur Tritonus konsert í Fuglafjarðar kirkju undir leiðslu av John Høybye. Hetta er sama konsertin, sum var í Vesturkirkjuni hóskvøldið, sum í Fuglafirði verður sungin við smáum broytingum. Henda konsert varð sera væl fagnað.
Tritonus er í Føroyum í samband við kórstevnuna, har John Høybye er gestakórleiðari og leiðir kórverkið: Sacred Concert av Duke Ellington, sum hann hevur lagt til rættis fyri kór og big band saman við Peder Pedersen.
Ætlanin var at Fuglafjarðar gentukór skuldi frumframføra kórverkið: Alleluja hjá John Høybye á hesi konsert, men verður hetta av ongum vegna sjúka. Hóast tað fer kórið at syngja trý løg undir hansara leiðslu og Eivør Pálsdóttir er solistur.