Trio tekur fyribils yvir hjá FC Suðuroy

Tað verða Tórður Wiberg Holm, Bogi Mortensen og Egill Steintórsson, ið koma at standa á odda fyri FC Suðuroy fram til 2. hvítusunnudag, tá næsti landskappingardystur er.

 

Tórður Wiberg Holm hevur verið hjálparvenjari hjá FC Suðuroy síðani 2011, meðan Bogi Mortensen og Egill Steintórsson hava venjararoyndir í bæði fótbólti og hondbólti, skrivar heimasíðan hjá felagnum í kvøld.

 

FC Suðuroy boðaði í morgun frá, at Pól F. Joensen ikki longur verður venjari hjá felagnum, sum hann førdi upp í bestu deildina í fjør. Sum skilst, so hendi hetta í sátt og semju millum felag og venjara.

 

FC Suðuroy hevur bara megnað at vunnið sær tvey stig í Effodeildini higartil í ár. Í steypakappingini hevur hinvegin gingið betur. FC Suðuroy er í hálvfinaluni ímóti oddaliðnum í Effodeildini. Fyrri dysturin endaði við 1-0 sigri til Víking.