Trio Acoustica hevur útgávukonsertir í Føroyum

Konsertir verða á Tvøroyri, í Fuglafirði, og í Norðurlandahúsinum Trio Acoustica við teimum trimum sangarunum, Steen-Vidar Larsen og Øistein Rian, sum eru úr Noregi, og Stanley Samuelsen hava verið í studio saman, og úrslitið er ein fløga, sum verður at fáa í sølubúðunum í morgin. Á fløguni eru sangir á føroyskum, norskum, donskum, svenskum, og á enskum. Talan er um góðar, melidiøsar sangir. Væl kendi sangurin, ?Á um eg kundi kvøðið? er førdur yvir til danskt mál, og eitur hann ?Hvis jeg kunne synge?, og riggar sangurin eisini væl á donskum. Fløgan fæst fyri 169 kr. Trio Acoustica fer at hava útgávukonsertir um vikuskiftið. Fríggjakvøldið kl. 22 verður konsert á Seglhúsloftinum á Tvøroyri. Leygarkvøldið kl. 20 verður konsert í Ribarshúsi í Fuglafirði, og sunnudagin kl. 16 verður konsert í Norðurlandahúsinum í Havn.