Politiska pallborðið á fiskivinnutinginum í Klaksvík í kvøld var meira trilvandi og varisligt enn tað hevur verið árini frammanundan.
Allir flokkar vóru umboðaðir við formonnum uttan Fólkaflokkurin, sum hevði sent fyrrverandi landsstýrsmannin við fiskivinnumálum.
Kantarnir vóru hekdur ikki so hvassir, sum teir mangan fyrr hava verið. Helst tí, at ein bólkur situr og arbeiðir, sum skal gera eitt uppskot at leggja fyri tingið. Tað er eins og politikararnir eru í einari bíðistøðu.
Tó sást ein ymiskleiki millum samgongu og andstøðu um uppboðssølu. Samgongan tosar um eina marknaðartilgongd til fiskivinnurættindini heldur enn eina politiska útluting, meðan andstøðan generelt heldur, at galdandi skipan virkar nóg væl.
Men sjálvt á hesum øki sást, at partarnir ikki standa so fastir uppá sítt, sum tey fyrr hava gjørt. Hurðar gloppaðust fyri loysnum frá báðum síðum.
200 fólk vóru í høllini og lurtaðu meðan 250 fólk hugdu at beinleiðis stroymingini á netinum.