Tríggir venjarar bíða á trappuni

Hóast nógvir skikkaðir føroyskir venjarar ikki hava starv í fremstu røð, so er møguleiki fyri, at útlendingar fara at manna onkran av sessunum, sum eingin situr í

Ársins venjari í 2021 er meistaravenjarin hjá KÍ. Mikkjal K. Thomasen er tann venjarin í bestu deildini, ið hevur sitið nógv longst í starvinum. Hann er nú farin undir áttanda árið sum KÍ venjari

Um tveir mánaðir fer bólturin aftur á rull. Stórsteypadysturin millum meistararnar í KÍ og steypavinnararnar í B36 er settur at vera leygardagin 26. februar, og fyrsta umfar í landskappingini verður fyrsta vikuskiftið í mars.

 

Feløgini eru farin undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, men í trimum feløgum er tað ikki greitt enn, hvør fer at vera høvuðsvenjari. Hesum verður greiða ivaleyst fingin á heilt skjótt, nú kappingin bara er nakrar vikur burtur.

 

Tað tykist vera greitt, at Kevin Schindler fer ikki at halda fram í HB. Tað er nakað síðani, at tað varð boðað frá, at Sorin Anghel fer ikki at halda fram á Skála, sum í heyst vann uppflyting, og tað er óvist, hvussu tað verður í NSÍ. Har tók Bill Jacobsen um endan eftir ólavsøku. Hann hevði verið í starvi sum høvuðsungdómsmennari í felagnum, og í løtuni liggur tað í kortunum, at hann skal halda fram í tí starvinum, um hann ikki fer at halda fram í høvuðsvenjarastarvinum ella um hann ikki verður høvuðsvenjari onkra aðrastaðni.

 

Tað ljóðaði, at Pauli Poulsen skuldi taka við ábyrgdini á Skála, har hann áður hevur verið venjari, men nú sigst, at samband hevur verið við ungan danskan venjara.

 

Tað hevur ljóðað, at HB leitar eftir nýggjum venjara í Íslandi, men enn hevur einki alment verið at frætta um tað.

 

Venjarar í 2022  
Mikkjal K. Thomassen
VíkingurJóhan Petur Poulsen 
NSÍ   
B68Øssur Hansen 
Skála   
EB/StreymurJákup Martin Joensen
07 VesturMagnus Powell 
HB   
B36Dan Brimsvík 
ABSámal Erik Hentze 

 

 

 

Nakrir venjarar, ið áður hava vant feløg, sum í 2022 eru í bestu deildini, og sum nú ikki eru høvuðsvenjarar í bestu deildini

 

Sorin Anghel hevur verið venjari í AB og á Skála.

 

Heðin Askham hevur verið venjari í HB, B36, EB/Streymi, NSÍ og 07 Vestur. Segði í summar venjarastarvið í 07 Vestur frá sær.

 

Jákup á Borg hevur verið venjari í B36 og bar seg undan, tá ið tað í summar varð heitt á hann um at taka starvið í NSÍ á seg.

 

Sigfríður Clementsen hevur verið venjari í B36, AB, EB/Streymi, HB og Víkingi. Hann er nú fótbóltsmennari í FSF.

 

Jan C. Dam hevur verið venjari í HB. Nú er hann venjari hjá næstbesta liðnum í EB/Streymi, sum í heyst misti plássið í næstbestu deildini.

 

Albert Ellefsen hevur verið venjari í FS Vágar og HB. Hann hevur júst tikið við sum venjari hjá 07 Vestur kvinnum í bestu deildini.

 

Bill Jacobsen hevur verið venjari í B68, AB og á Skála, og í heyst tók hann um endan í NSÍ, har hann framvegis er sáttmálabundin sum ungdómsmennari.

 

Jóannes Jakobsen hevur verið venjari í HB, KÍ, B68, B36 og AB. Nú er hann høvuðsungdómsvenjari í EB/Streymi.

 

Eyðun Klakstein hevur verið venjari í KÍ, B36, Skála og Víkingi. Fæst við so mangt annað enn fótbólt og er U-17 landsliðsvenjari.

 

Jens Martin Knudsen hevði í 2020 ábyrgdina av NSÍ í nøkrum dystum. Var í 2021, sum hann so ofta hevur verið, hjálparvenjari.

 

Abraham Løkin hevur verið venjari hjá NSÍ.

 

Jákup Mikkelsen hevur verið venjari í KÍ og ÍF.

 

Trygvi Mortensen hevur verið venjari í NSÍ, EB/Streymi, B68, AB og 07 Vestur.

 

Jógvan Martin Olsen hevur verið venjari í NSÍ, Víkingi og B68. Hann er nú fótbóltsmennari í FSF.

 

Pauli Poulsen hevur verið venjari á Skála, NSÍ, B68 og 07 Vestur.

 

 

 

Ársins venjari í 2021 er meistaravenjarin hjá KÍ. Mikkjal K. Thomasen er tann venjarin í bestu deildini, ið hevur sitið nógv longst í starvinum. Hann er nú farin undir áttanda árið sum KÍ venjari