Tríggir spælarar takka fyri seg á Argjum

Betri deildin menn: Tríggir av útlendsku spælarunum halda ikki fram á Argjum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Erik McCue í dysti fyri AB móti B68

Í gjár bleiv Matthias Præst Nielsen seldur frá AB til HB. Í boðar AB frá, at tríggir av teirra útlendsku spælarunum ikki halda fram komandi ár. Talan er um amerikanska Erik McCue, finska Jonas Sapienza og ukrainska Yevhenii Kholmetskyi.

 

- Sáttmálin hjá Erik McCue gekk út við kappingarársenda. Erik hevði sjálvur eitt ynski um at sleppa aftur til USA, og tí verður sáttmálin ikki longdur. Bæði Jonas Sapienza og Yevhenii Kholmetskyi høvdu sáttmála fyri komandi kappingarár, men í sátt og semju við leikararnar eru teirra sáttmálar upploystir, skrivar AB.

 

Erik McCue kom til AB undan kappingarársbyrjan. Verjuspælarin hevur spælt 25 dystir og skorað eitt mál hetta kappingarárið. Jonas Sapienza og Yevhenil Kholmetskyi komu til felagið í summar og spældu ávikavist níggju og fýra dystir á besta mansliðnum.

 

AB hevur longt sáttmálan við Santiago Lebus.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Erik McCue í dysti fyri AB móti B68