Eitur tú Rúni, so ert tú áhugaverdur at skriva um á in.fo. Tað vísa í øllum førum hagtølini beint nú. Millum fýra tær mest lisnu greinarnar eru tríggjar um tríggjar ymsar Rúnar.
Mest lisna greinin beint nú er um Rúna Thomsen í Hvalba, sum fegin vil sleppa at síggja børn síni vaksa upp. Hann hevur klænkað seg nógv seinasta hálva árið mist 40 kilo av vekt síni.
Lesið eisini: - Eg vil síggja børnini vaksa upp
www.in.fo/news-detail/news/eg-vil-siggja-boernini-vaksa-upp/
Næstmest lisna grein, er um Rúna Klein Joensen í Gøtu, sum bókstaviliga varð koyrdur niður í kjallaran – altso at hyggja eftir VM-fótbólti.
Lesið eisini: Rúni koyrdur í kjallaran
www.in.fo/news-detail/news/runi-koyrdur-i-kjallaran/
Á fjórða plássi er samrøða við kokkin, sølumannin, festivalfyriskiparan, náttklubbaeigaran og alt møguligt annað – Rúna M. Djurhuus, sum heldur, nú eru nóg mikið av festivalum í Føroyum.
Lesið eisini: Føroyar klára ikki fleiri festivalar
www.in.fo/news-detail/news/foeroyar-klara-ikki-fleiri-festivalar/