Grønlendska kvinnulandsliðið í hondbólti vann seg fyrr í dag til HM-endaspælið, ið verður avgreitt í Danmark, Noregi og í Svøríki í november og desember.
Tað var ein fullsett høll í Nuuk, ið sá grønlendsku kvinnurnar knógva heim ein 17-15 (9-7) sigur á Kanada í finaluni í norður og millumamerikonsku undankappingini.
Tríggir leikarar, ið hava spælt við SMS-deildini undanfarna kappingarár vóru við í grønlendska hópinum.
Tær eru Nukaaka Petrussen Lyberth hjá EB, Sandra Rothberg hjá VÍF og Nuunu Marie Lukassen hjá Neistanum.
HM-endaspælið verður spælt í Danmark, Noregi og Svøríki millum 29. november og 17. desember.
##med2##
##med3##