Tríggir kríggjast um Tórð Thomsen

Trý feløg ynskja Tórð Thomsen sum málverja til komandi kappingarár

B36, KÍ og NSÍ. Sum skilst, so eru hetta tey trý feløgini, sum í løtuni vija hava Tórð Thomsen í sín lut til komandi kappingarár.

 

Les eisini:Víkingur vil hava B36 profil

 

- Eg havi sum so onga viðmerking til hvørji feløg hava víst mær áhuga. Eg taki tað púra róligt, og fari at spæla hetta kappingarárið liðugt við B36. So taki eg tað harfrá. Helst taki eg eina avgerð stutt eftir kappingarenda, sigur Tórður Thomsen við in.fo.

 

Tórður Thomsen boðaði í samrøðu við 3-2 mánakvøldið frá, at tað er óvist um hann heldur fram í B36. Hann flytur til Runavíkar. Tað kann hava ávirkan á, hvar hann spælir komandi kappingarár.

 

Les eisini:Sámal Erik til Víking

 

29 ára gamli málverjin hevur spælt við B36 síðani 2013. Hann hevur ikki dult, at hann trívist væl í árstalsfelagnum, men sigur at logistikkurin verður ein avbjóðing, tá tað kemur til koyring.

 

Tórður Thomsen hevur sín uppruna í NSÍ, sum av álvara er farið at bjóða av í oddinum. Sum skilst, so er áhugi fyri at fáa landsliðsmalverjan aftur til barndómsfelagið. Somuleiðis ljóðar, at KÍ hava stóran áhuga í at fáa Tórð Thomsen til felagið. Nakað, sum Norðlýsið eisini hevur skrivað fyrr í ár.