Tríggir føroyingar í Irish Masters Open

Í morgin verður Irish Marsters Open í judo hildin á fjórða sinni í Dupblin í Írlandi

Í morgin verður Irish Marsters Open í judo hildin á fjórða sinni í Dupblin í Írlandi.

 

Hesaferð eru fyri fyrstu ferð tríggir føroyingar við í kappingini.

 

Sigmundur Johansen frá Skálafjarðar Judofelag og Hjalmar Johannesen frá Sunda Judofelag luttaka í vektbólkinum -81 kg fyri 30-40 ára gamlar, og Petur Sigurð Johannesen frá Sunda Judofelag luttekur í vektbólkinum -100 kg., eisini fyri 30-40 ára gamlar.

 

Harafturat luttaka allir í opnum vektbólki í sama aldursbólki.

 

Tað eru umleið 90 luttakarar úr kappingini. Luttakararnir koma frá Skotlandi, USA, Spania, Kekkia, Føroyum og so úr Írlandi, sjálvandi.