Tríggir flogbóltsdystir í dag

Tríggir flogbóltsdystir verða í dag og ein mikudagin. 

 

Klokkan 16 spæla mansliðini hjá ÍF og Fleyr í Fuglafirði. Liðini liggja ávikavist nummar trý og tvey, bæði við 14 stigum. ÍF hevur tó spælt átta dystir, meðan Fleyr hevur spælt sjey. Mikudagin er seinasti dysturin hjá monnunum í hesum umfarinum, tá botnliðið Mjølnir, aftast við ongum stigi eftir sjey dystir, tekur ímóti oddaliðnum SÍ, sum hevur fingið 20 stig fyri átta dystir, klokkan 19.30.

 

Seinasta liðið í deildini, Ternan, hevur níggju stig fyri átta dystir.

 

Tveir dystir í kvinnudeildini verða spældir í dag. Klokkan 14 spælir ÍF, sum liggja á næstaftasta plássið, móti einum av toppliðunum í deildini, SÍ, sum liggur á øðrum plássi.

 

Seinasti dysturin er klokkan 15, tá KÍF, á fimta plássi, spælir móti TB, sum liggur nummar fýra. 

 

Undan vikuskiftinum var støðan í kvinnudeildini tann, at Dráttur lá á odda við 25 stigum fyri 10 dystir. Nummar tvey var SÍ við 20 stigum fyri níggju dystir og nummar trý Fleyr við 17 stigum, men fyri einans sjey dystir. TB lá nummar fýra við 14 stigum fyri sjey dystir, KÍF nummar fimm við 11 stigum fyri 10 dystir og niðast lógu ÍF við fýra stigum og VB við tveimum stigum, fyri ávikavist 10 og 9 dystir.