Tríggir Faxe Kondi dystir hjá kvinnum sunnudagin

Tveir dystir vera leiktir í bólki 1 og ein dystur verður leiktur í bólki 2

Tríggir dystir í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum vera leiktir sunnudagin. 

 

Tveir dystir vera leiktir í bólki 1.

 

Klokkan 15 spæla EB og H71 í høllini á Eiði, og klokkan 16 spæla Stjørnan og VÍF í KÍ-høllini í Klaksvík.

 

Ein dystur verður leiktur í bólki 2.

 

Klokkan 13.30 spæla StÍF og VB í høllini á Skála.