Tríggir dystir í kvinnukappingini

Í 1. deild í kvinnukappingini í fótbólti eru tríggir dystir á skránni í dag. Toppliðið EBS/Skála eigur heimavøll ímóti AB, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum, og KÍ, sum stríðist fyri at varðveita møguleikan at vinna enn eitt FM heiti, skal spæla á útivølli ímóti Víkingi.

Triði dysturin er grannauppgerð í Gundadali millum B36 og HB. Grannarnir kappast um bronsuplássið. Í løtuni er HB tvey stig frammanfyri B36.

Víkingur-KÍ: Alex Troleis kl. 14.00

EBS/Skála-AB: Arni Rasmussen kl. 14.00

B36-HB: Elsa Andreasen kl. 12.30