Tríggir bilførarar fingu klipp – og ein mundi fingið klipp

Løgreglan hevur eisini kannað ferðsluna við ein dagstovn í Havn

Í morgun hevur løgreglan verið úti um seg fyri at kanna ferðsluna. Í hesum sambandi vóru tey í einum vegastrekki norðan fyri, í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50. Har fingu tríggir bilførarar 2500 – 3000 krónur í bót í part fyri at koyra ímillum 72 og 76 kilometrar um tíman.

 

Tey vóru eisini á einum strekki á landsvegi har tað er loyvt at koyra 80 og har fekk ein bilførari 1500 krónur í bót. Hann varð skrásettur at koyra ímillum 100 og 101 kilomtrar um tíman. Hevði hann havt koyrt 101, so fekk hann eisini klipp í koyrikortið, so tætt var hann við.

 

Somuleiðis var løgreglan við ein dagstovn í Havn um tað tíðina, foreldrini koyrdi børnini í ansing. Endamálið er at kanna um foreldrini høvdu syrgt fyri at børnini sótu í trygdarbelti, í barnastólum og annar brúktu ta trygdarútgerð, tey skulu.

 

Og tað gjørdu øll foreldrini, tí einki mál varð skrivað. Hinvegin fekk ein bilførari 1000 krónur í bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan hann koyrdi.