Triðja staklagið av komandi EP útgávu frá Døgg Nónsgjógv

Í mai- og junimánaði gav Døgg Nónsgjógv út stakløgini “Okkara farvæl” og ”Skuggi mín”.

 

Óttabrúgv, sum er heitið á triðja staklagnum av komandi EP útgávuni, er nú tøkt á øllum stroymingartænastum.

Øll stakløgini viðgera evni um kærleika, deyða, longsul og vón.

Óttabrúgv snýr seg um at føla seg avbyrgdan av sínum kenslum. Og hvussu torført tað kann vera at røkka einum einsamøllum persóni, tá mann fyrst má ganga yvir um eina brúgv, bygd av ótta.

Lagið er skrivað av Døgg Nónsgjógv og Høgna Lisberg, sum eisini hevur staðið fyri framleiðsluni.

 

Lagið er tøkt á øllum stroymingartænastum her: https://orcd.co/ottabrugv