Bara tvær ferðir áður hava Fólkaflokkurin, Sambansflokkurin og Javnaðarflokkurin samstarvað. Fyrru ferð var eftir løgtingsvalið í 2004, tá Javnaðarflokkurin hevði samráðingarleiðsluna eftir valið hóast Sambansflokkurin var størri á valinum. Tað endaði við, at Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum gjørdist løgmaður. Hetta var tað landsstýrið, sum vit her á redaktiónini hava kallað »Slipsalandsstýrið«, tí tað er tað seinasta landsstýrið, sum varð skipað bara við monnum. Tað var tó ikki tað síðsta landsstýrið bara við monnum, men eftir rokið í Fólkaflokkinum í 2022 endaði tað við, at landsstýrið hjá Bárði á Steig Nielsen seinasta árið bara hevði menn.
Landsstýrisfólk hjá Jóannes Eidesgaard í 2004 vóru:
- Hans Pauli Strøm, lstm. jv. - almanna- og heilsumál
- Jóhan Dahl lstm. sb. - fiskivinnumál
- Bárður Nielsen lstm. sb. - fíggjarmál
- Jógvan við Keldu lstm. ff. - innanlandsmál
- Jógvan á Lakjuni lstm. ff. - mentamál
- Bjarni Djurholm lstm. ff. - vinnumál
Johan Dahl varð koyrdur frá eftir 22 dagar í starvinum, tí fullveldisblaðið Fregnir hevði lagt hann undir ymisk óreglulig viðurskifti, sum hann tó hvørki bleiv skuldsettur ella dømdur fyri.
Fyri Johan Dahl kom Bjørn Kalsø, sum harvið trein inn á politiska pallin.
Bárður Nielsen legði frá sær sum landsstýrismaður fyri at taka við sum stjóri í stóru verkætlanini Stórutjørn, sum tó ikki bleiv til nakað.
Fyri hann kom Magni Laksfoss, sum harvið byrjaði sína politisku yrkisleið.
Jógvan við Keldu var eisini koyrdur frá sum landsstýrismaður, og Jacob Vestergaard kom í staðin og byrjaði harvið politisku yrkisleið sína
Men Jacob Vestergaard var eisini koyrdur frá, og fyri hann kom Heðin Zachariasen, sum harvið byrjaði sína politisku yrkisleið í landspolitikki
Eftir valið í 2008 hevði samgongan framvegis meiriluta. Men Jóannes Eidesgaard sigur nú, at hann kendi Javnaðarflokkin í so gráan eftir samstarv við tveir borgarligar flokkar og valdi tí Tjóðveldi og Miðflokkin framum. Tann samgongan riggaði illa, og eftir hálvt ár segði Jóannes Eidesgaard upp samstarvið og fór aftur til borgarligu flokkarnar, sum skipað aðru ABC samgonguna, men nú undir sambandsleiðslu við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni.
Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava søguliga samstarvað í 5 samgongum.
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava søguliga samstarvað í 8 samgongum
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava søguliga samstarvað í 7 samgongum, so flokkarnir hava ávísar royndir at byggja á.
Tað er lagamanni at spæla við tølum og kaga í landsstýrissøguna, men enn er tó alt ov tíðliga at staðfesta nakað sum helst.










