Ein kanning, sum umfatar kvinnur í Miðnoregi, vísir, at nógvar kvinnur, sum gerast við barn, eftir at tær eru vorðnar 45, velja at fáa fostrið tikið. Sam-bært kanningini hava 30 prosent av teimum spurdu kvinnunum fingið fosturtøku eina ella fleiri ferðir.
Niels Erikson, yvirlækni, undrast á, at so nógvar kvinnur velja fosturtøku. Hann sigur, at nógvar ungar kvinnur, sum gerast við barn, halda seg vera ov ungar og velja tí fosturtøku, og at tær, sum hava fylt 45, halda seg vera ov gamlar og gera tí tað sama. Yvirlæknin vísir á, at sambært hesari somu kanningini eru tað oftast kvinnur, sum eru ímillum 21 og 24 ár, sum velja at fáa fostrið tikið.
? Tær ungu kenna seg ikki nóg búnar til at fáa børn, men útbúgvingatkrøv eru eisini ein orsøk, sum vit ofta fáa frá teimum ungu kvinnunum, sigur Niels Erikson.