Talan var ikki um mettíð, og talan var ikki um trivaligasta sigurin, sum nakrantíð er vunnin í kappingini millum 10-mannaførini á Ólavsøku.
Men eingin ivi er um, at tað var rættuliga sannførandi, tá ið Klaksvíkingur leygardagin slerdi rimmar fast, at so nógv tað besta 10-mannafarið í 2012 er tað hjá klaksvíkingum.
Hvíti báturin við reyða stokkinum og bláu rimini leyp avstað, og á hálva kilometrinum av Argjalandinum og inn ímóti Molanum eydnaðist tað at vinna meiri enn eina bátslongd á óslætta sjónum og í fríska mótvindinum.
Framvið Molanum øktist fjarstøðan aftur til Suðuroying og Vestmenning, og á málinum var munurin fimm sekund ella umleið tvær bátslongdir.
Talan var sostatt um sera sannførandi sigur, og harvið vunnu klaksvíkingar FM heitið fyri fjórðu ferð við maner. Hini meistaraheitini eru vunnin í 2006, 2009 og í 2011.
Kappingin um næstfremsta plássið var tøtt. Vestmenningur og Suðuroyingur lógu stavn um stavn mest sum allan teinin. Suðuroyingur vann ta kappingina, og harvið vann Suðuroyingur silvurkrónurnar í FM kappingini, meðan Vestmenningur var nummar trý.
Dyggir sigrar
Sum oftast hevur tað verið sera tætt millum fremstu 10-mannaførini á Ólavsøku.
Sigurin hjá Klaksvíkingi leygardagin var tann triði størsti síðani 1973, um tað verður gjørt upp í tíðarmuni.
Trivaligasta sigurin eigur eisini Klaksvíkingur. Hann varð vunnin á Ólavsøku í 2009. Ta ferðina kappaðust Eysturoyingur og Klaksvíkingur um FM. Eysturoyingur vann tvær tær fyrstu ferðirnar, og so vann Klaksvíkingur. Tí var spenningur um FM, tá ið teir róðu á Ólavsøku. Men tað var einki at rafla um, tí klaksvíkingar tryggjaðu sær meistaraheitið við størsta sigrinum á Ólavsøku, sum nakað 10-mannafar hevur vunnið seinastu 40 árini.
Ta ferðina var vinnaratíðin 3.56.19, og tíðin hjá Orminum Langa, sum snýtti Eysturoying fyri næstfremsta plássið fyri fyrstu ferð hetta árið, hevði tíðina 4.03.15. Tað vil siga, at tíðarmunurin millum tveir teir fremstu var knappliga sjey sekund. Hetta er nógv tann tryggasti sigurin, sum er vunnin í hesi kappingini tey 40 árini, sum drekin.fo hevur yvirlit fyri.
Í mong ár vóru tað Havnarbáturin og Skálabáturin, sum stríddust um sigurin í finaluróðrinum. Størsta sigurin vann Skálabáturin í 1993. Tá var vinnaratíðin 3.59.72. Tíðin hjá Havnarbátinum var 4.05.40. Hetta er næststørsti tíðarmunurin, sum hevur verið millum tvey tey fremstu 10-mannaførini síðani 1973.
Tvey FM
Umframt sigurin og FM heitið í kappingini millum 10-mannaførini so vann Klaksvíkar Róðrarfelag eisini FM heitið í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum.
Undan Ólavsøkuni hevði Páll Fangi vunnið allar róðrarnar. Í finaluróðrinum eydnaðist tað ikki Páll Fanga at vinna. FM vinnararnir fingu einki serligan start, og Herningur vísti seg ikki at vera at spæla við. Blái báturin hjá Róðrarfelagnum Knørri vant burtur úr kappingarneytunum, og meistararnir á Páll Fanga vóru tvær bátslongdir aftanfyri Herning, tá ið bátarnir fóru um málstrikuna,
Jarnbardur hjá Knørrafelagnum hevur ofta vunnið hesa kappingina. Hetta var fyrsta ferðin, at Herningur vann ein róður í hesi kappingini.