Nýggja hugnaheimið í hjartanum á høvuðsstaðnum skuldi lúka fylgjandi treytir frá KRK-Holding.
•Hann var ætlaður tí eldra ættarliðnum (55+)
•Bygningurin skal hava eitt snið sum hóskar inn í verandi umhvørvi og skal somuleiðis vera nýskapandi
•Vesturskinið skal koma øllum íbúðunum til góðar
•Svalin skal hava eina slíka stødd, at íbúgvararnir kunnu hava ein lítlan køksurtagarð uttanfyri
•Bygningurin skal vera vinarligur fyri rørslutarnað
•Havnarmyndin skal so vítt gjørligt varðveitast.
Haraftrat hava íbúðirnar eitt sera vakurt útsýni yvir Havnina, hóast tær liggja beint við miðbýin. Tann vakri urtagarðurin verður varðveittur til sín uppruna frá 60’árunum. Innkoyringin verður úr Gripsvegi og ikki sum nú frá R.C.Effersøesgøtu við síni nógvu ferðslu.









