Treytað frádøming er nýggja vápnið

Fyrr var einki góða mamma, um tú í bygdum øki koyrdi meir enn 70 km/t. Eftir nýggju lógini fært tú eina bót og treytaða frádøming av koyrikortinum

Verður tú tikin at koyra ov skjótt, og koyrikortið verður treytað frádømt, so fært tú eina royndartíð upp á 3 ár. Kemur tú aftur í klórnar á politinum, so fellur hamarin og koyrikortið rýkur. Og tað er líkamikið, um talan tá er um eitt annað brot á ferðslulógina.

Hevur tú treytaða frádøming av koyrikortinum, so noyðist tú upp til eina roynd, ið fevnir bæði um teori og praksis. Bileftirlitið setir eina freist og tú mást fylgja harraboðum. Annars missir tú koyrikortið.


Lægri promillumark


Markið fyri promillukoyring er flutt niður frá 0,8 til 0,5.

Verður tú tikin við millum 0,5 og 0,8 promillu í blóðinum, fært tú treytaða frádøming av koyrikortinum og eina bót. Royndartíðin er trý ár. Brýtur tú aftur ferðslulógina, missir tú koyrikortið.

Verður tú tikin við millum 0,8 og 2,0 promillu í blóðinum, missur tú koyrikortið og fært eina bót.

Verður tú tikin við meir enn 2,0 promillu í blóðinum, missur tú koyrikortið og skalt inn at sita