Treytaðan dóm fyri deyðshjálp

Rætturin í Odense dømdi gjørdi fyrrapartin av, at ein 50 ára gamal maður skal hava 60 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava hjálpt pápa sínum við einari sjálvmorðsroynd. Sonurin hevur viðgingið, at hann gav pápanum eina lívshættisliga blanding av yoghurt við 94 morfintablettum, men at hann gjørdi eftir áheitan frá pápanum.

Pápin doyði ikki, tí eitt annað fólk sendi boð eftir læknanum. Pápin doyði seinni av sjúku.

Samkensludráp eru sjáldsom, og hóast spurningurin hevur fingið nógva umrøðu í fleiri ár, eru læknarnir samdir um, at aktiv deyðhjálp skal ikki gerast lóglig.

-Læknafelagið er ímóti aktivari deyðshjálp, og soleiðis verður tað eisini í framtíðini, sigur næstformaðurin í danska læknafelagnum, Poul Palisz Jaszczak, við kringvarpið DR.