Trettandi

Trettandi dagur jóla er farin afturum, og harvið rokna vit jólini at vera av. Ymsir siðir verða hildnir í samband við hendan dag

Ymsir eru siðirnir, sum knýttir eru at trettanda. Bæði kirkuligir og verðsligir.
Gamalt er, at trettandi verður settur í samband við vísmenninar í Nýggja Testamenti, sum komu úr Eysturlondum at tilbiða nýborna jødakongin, sum teir ikki vistu meira um enn so.
Hjá okkum eru aðrar søgur havdar á lofti um trettanda. Serliga við dansi og leiki. Bæði hjá heidnum og kristnum.
Sagnir eru kendar um kópakonur ymsastaðni bæði her heima og í grannalondum okkara. Her hjá okkum vóru tvær. Bæði í Skálavík og so tann best kenda í Mikladali. Hendan, sum byrjaði á trettanda ella um gomlu jól, sum Kópakvæðið sigur.
»Tað var áður í fyrndini, har av gekk nógv hól. Kópar hildu leik og spæl, saman um gomlu jól.«
Tá kóparnir kundu dansa og leika á trettanda, so kundu vit væl eisini. Og gjørdu tað so.