Nú er greitt, at ein ópolitiskur borgaralisti fer at bjóða seg fram á kommunustýrisvalinum í Eysturkommunu. Valevnini siga, at síðani Eysturkommuna varð stovnað, hevur tað einans verið politisk uppstilling til býráðsvalið. Men í ár er støða tikin til at gera ein lista, sum er politiskt óheftur.
Men tað er ikki ósannlíkt, at Javnaðarflokkurin og Framsókn stilla upp á hvør sínum partapolitiskum lista. Javnaðarflokkurin hevur tveir býráðslimir. Árni Jacobsen og Hans Mourits Foldbo, og Framsókn hevur ein býráðslim, Hanna Jensen.
Tað eru 13 valevni, sum bjóða seg fram á listanum, men tað stendur illa til við javnstøðuni, tí talan er um ellivu menn og bara tvær kvinnur.
Eitt av valevnunum, Per Martin Gregersen sigur, at tey hava gjørt nógv fyri at fáa fleiri kvinnur á listan, men tað hevur ikki borið til.
##med2##
Tey, sum stilla upp á borgaralistanum, eru:
Petur Súni Jacobsen, Leirvík
Magnus Skoralíð, Leirvík
Tollakur Joensen, Norðragøta
Marjun Andreasardóttir, Syðrugøta
Hans Jacob á Líknargøtu, Syðrugøta
Dánjal Andreasen, Leirvík
Eyðun Hansen, Norðragøta
Alfred Ellingsgaard, Leirvík
Katrin Kjartansdóttir, Leirvík
Hjalti Dalheim, Norðragøta
Uni Rasmussen, Norðragøta
Per Martin Gregersen, Norðragøta
Hugo Skorastein, Syðrugøta
Borgarstjórin, Jóhan Christiansen, sum er valdur fyri Tjóðveldi, hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur. Og vit hava frætt, at tríggir aðrir býráðslimir, Brandur Jacobsen í Fólkaflokkinum, Árni Jacobsen í Javnaðarflokkinum og Gudny Langgaard frá Tjóðveldi, heldur ikki stilla upp aftur, so tað verður nakað av útskifting.