Trepca 89 vann á rumenskum oddaliði

Ókenda mótstøðuliðið hjá Víkingi vísti í gjár stóra styrki í venjingardysti

Í gjár gjørdist greitt at Víkingur skal møta Trepca 89 úr Kosovo í fyrsta undanumfari av Champions League kappingini, sum verður spælt í næstum.

 

Talan er um fyrstu ferðina at Trepca 89 úr Kosovo luttekur í europeiskum fótbólti, og ógvuliga soltið er av upplýsingum um liðið frá Kosovo á alnótini.

 

Men helst er talan um rímiliga sterkt mótstøðulið. Í øllum førum spældi Trepca 89 í gjárkvøldið venjingardyst móti rumenska felagnum, Astra Giurgiu, sum Trepca 89 vann 4-2.  Astra Giurgiu endaði farna kappingarár sum nummar trý í bestu rumensku deildini.

 

Sostatt er nógv ið bendir á, at mótstøðan hjá Víkingi í Champions League verður í sterkara endanum.