Bakkafrost fekk í dag heiðurin fyri ársins nýhugsan á íverksetaradegnum. Hetta er fyri hugskotið at baða laksin í feskavatnið umborð á nýggja brunnbátinum Hans á Bakka, fyri at basa laksalúsini.
Vit kenna øll væl til avbjóðingarnar, sum lúsin gevur alivinnuni, men við nýggja brunnbátinum hevur Bakkafrost gjørt eitt munagott tiltak í stríðnum móti pláguni, var partur av grundgevingini hjá dómsnevndini.
- Hetta er at minka nógv um avbjóðingarnar innan vinnuna, og verður bæði vinnuni og Føroya landi at gagni, segði Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, sum handaði heiðurslønina.
Slík tiltøk tryggja, at Bakkafrost verður verandi kappingarført á altjóða marknaðinum og kann áhaldandi vaksa á burðardyggan hátt, sigur dómsnevndin.
Andrias Petersen, deildarleiðari í Bakkafrost, takkaði fyri heiðurin og var skjótur at rósa sínum starvsfólkum.
- Treiskni er eitt jaligt orð. Uttan teirra áhaldandi stríð, var hetta ikki gjørligt, segði hann.
Hann segði, at tað var gott at fáa viðurkenning fyri stóra arbeiðið, sum var lagt í at fáa brunnbátin hendan vegin. Brunnbáturin skal loysa fleiri ymiskar uppgávur fyri fyritøkuna, og Andrias Petersen sigur, at tað er ein stórur fyrimunur fyri fyritøkuna, at Hans á Bakka gevur møguleikan at taka eina stóra nøgd av fiski í bátin hvørja ferð og reinsa hann í feskvatni undir tryggum umstøðum.