Útreiðsluvøksturin á fíggjarlógini er villur

Anfinn Kalsberg, formaður í fíggjarnevndini, heldur, at útreiðsluvøksturin á fíggjarlógaruppskotinum næsta ár er alt ov stórur Anfinn Kalsberg, fíggjarnevndarformaður, er als ikki hugtikin av semjuni, sum samgonuan hevur gjørt um fíggjarlógina næsta ár. Eftir semjuni verður vøksturin 250 mió. krónur, og tað heldur Anfinn Kalsberg vera minst 100 mió. krónur ov nógv.

-Økingin á útreiðslusíðuni er mest at kalla vill, sigur hann við joanisnielsen.fo

Anfinn Kalsberg sigur, at tað er í góðum tíðum, at møguleikin er fyri veruliga at tálma á fíggjarlógini. Hann vísir á, at vit kunnu ikki rokna við sama inntøkuvøkstri á hvørjum ári sum nú, og tí var tað ein gyltur møguleiki at bremsa og at tálma útreiðslunum nú, so tað munti.

-Tað høvdu vit ein søguliga møguleika til, men vit nýttu hann ikki, sigur formaðurin í fíggjarnevndini.