Treholt mist vitið

Norðmaðurin Arne Treholt, sum bleiv dømdur fyri at hava njósnast fyri gamla Sovjetsamveldið, hevur lig­ið við ongum viti teir sein­astu dagarnar.
Tey seinastu árini hev­ur Arne Treholt búð á Kýpros, og í síðstu viku varð hann í skundi fluttur á eitt sjúkrahús har. Verji hansara, Harald Stabell, visti av ongum, tá hann kom til Kýpros mánadagin, men hann sigur seg hava skilt, at Treholt hevur fing­ið blóðeitran, men at lækn­arnir duga ikki at finna or­søkina. Tá verjin kom, um­hugsaðu læknarnir at sløkkja andingartólið, sum Treholt liggur við, men tað bleiv kortini ikki gjørt, skrivar ANB.
Ørindini hjá verjanum vóru annars at tosa við Arna Treholt, tí teir ætlaðu sær at biðja norska dómsvaldið viðgera njósningarmnálið upp av nýggjum. Men fyri­bils verður einki gjørt við tað.