Travolta og Newton John á føroyskum

Tað var ein stór uppliving at vera til frumframførslu av sangleikinum Grease, sum var í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið

Tað var ein stór uppliving at vera til frumframførslu av sangleikinum Grease, sum var í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið.

 

Norðurlandahúsið var í gjárkvøldið karmur um sangleikin Grease, sum Rytmiska Kórið í Hoydølum saman við Tekniska skúla í Havn, Føroya Handilsskúla, Tórshavnar Musikkskúla og Føroya Studentaskúla og HF-skeiði skipar fyri.

 

Tað var dansur og sangur fyri allar pengarnar, sum áhoyrarnir fingu frá ungu miðnámsskúlanæmingunum, sum fluttu okkum aftur í sjeytiárini, tá John Travolta og Olivia Newton John vístu okkum, hvussu tað var at vera ungur seinast í fimmtiárunum.

 

Ungu næmingarnir megnaðu sera væl at vísa okkum harðskap og bólkatrýst og trupulleikar við at passa inn, sum framvegis eru kendir – og so tað at gera uppreistur ímóti autoritetinum hjá teimum vaksnu.

 

Høvuðsleikarar eru Danny og Sandy, sum hava hvør sína bakgrund, sum eisini elvir trupulleikar.

 

Pallurin riggaði væl, har vóru bæði livandi myndir, beinleiðis frásøgn og útvarpsfrásøgn. Og so gamli Volvo Amazon bilurin, sum á Tekniska skúla í Havn varð umbygdur til ein amerikanskan cabriolet frá seinast í fimmtiárinum setti sín serliga dám á.

 

Tónleikararnir eru góðir, og ungu og óroyndu sjónleikararnir og sangararnir vóru eisini góðir. Leikurin varð spældur fyri fullum Norðurlandahúsi í kvøld, og næstu 10 sýningarnar eru longu útseldar. Eingin ivi er um, at sera stórur áhugi fer at verða um hendan sangleikin.