B36 er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Tað hevur ikki ávirkað eyðsýniliga nógv, at B36 tapti fyri EB/Streymi 3. mai

Savnsmynd frá 2024

Seinnapartin klokkan 17.15 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum B36 og EB/Streym á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

B36 er nummar fýra í deildini við 16 stigum, og EB/Streymur er nummar seks við 13 stigum. 

 

Hóast EB/Streymur vann 2-1 á B36 á sama vølli fyri bert trimum vikum síðani er B36 merkiliga stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum 1,29 og 1,33.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,75 og 5,10.

 

Oddsini upp á útisigur til EB/Streym liggja millum 7,20 og 8,69. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd frá 2024