Enn einaferð fáa føroyingar møguleikan at sita uttandura og fylgja einum endaspæli á stórskíggja, tá HM í fótbólti byrjar seinni í mánaðinum. Føroya Tele boðar nevniliga í dag frá, at fyritøkan í samstarv við Televarpið, fer at vísa HM-fótbólt á stórskíggja í Vágsbotni.
- Ert tú til reiðar til eitt pakkað summar við HM-fótbólti? Trappan í Vágsbotni verður aftur karmur um fótbólt á stórskíggja, og hesaferð verður heldur ikki spart upp á krútið. Vit leggja út leygardagin 16. juni, tá danir og íslendingar spæla fyrsta dystin í bólkaspælinum, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum.
Byrjað verður við dystunum hjá grannalondunum 16. juni, tá Ísland møtir Argentina og Danmark møtir Peru. Síðan er óvist hvussu verður við restini av skránni, men ætlanin er í hvørt fall at vísa dystirnar hjá Íslandi.
- Vit vita, at í Føroyum er nærum alt, sum gongur fyri seg uttandura, tengd at veðrinum, og tískil verður kunning send út so hvørt, nær HM-dystir verða á stórskíggja á Trappuni. Kortini kanst tú longu nú seta X í kalendaran 22. og 26. juni, tí tá vísa vit dystirnar hjá Íslandi móti ávikavist Nigeria og Kroatia, skrivar telefyritøkan.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at trappan í Vágsbotni verður karmur um ítróttatiltøk á stórskíggja. Tá EM var í 2016 savnaðust nógv fólk á trappuni og serliga vóru tað dystirnir hjá Íslandi, ið høvdu stóran áhuga, og tá føroyska U21-landsliðið í hondbólti var til HM-endaspælið í Algeria í fjør, savnaðist ein stór fjøld at stuðla føroyska landsliðnum.