Fyri løtu síðani stóð ein stórur trailari sera tvørt fyri, tá hann steðgaði upp, beint sum hann kom av Hvítanesvegnum og út á Ringvegin.
Løgreglan var á staðnum, men er farin avstað aftur.
- Hann var steðgaður upp. Vit eru farnir av staðnum aftur. Arbeitt verður við at fáa trailaran burtur, men tað er nakað, ið teir klára sjálvir, sigur løgreglan.
Annars hevur verið sera friðarligt hjá løgregluni higartil í kvøld, sigur vakthavandi.