Stutt fyri klokkan níggju í morgun var ein trailari blástur av vegnum við brúnna um Streymin Trailarin var júst komin tvørtur um brúnna og var á Streymoynni, tá ein hvirla tók hann av vegnum
Førarin var einsamallur í bilinum, og hevði ikki fingið nakran sjónligan skaða. Hann varð tó kortini fluttur á sjúkrahúsið til nærri kanningar.
Nógvur vindur er í Sundalagnum í morgun. Inn í millum eru harðar hvirlur, og tað var ein av hesum, sum blásti stóra bilin av vegnum.
Sí myndatema