Ein træbulur er horvin úr Gamla Kirkjugarði. Kommunan vil hava træbulin aftur
Eirikur Lindenskov
Fríggjadagin 7. februar vórðu trø skorin í kirkjugarðinum Undir Svínaryggi í Havn. Onkur er tíverri farin avstað við einum stórum træbuli í vikuskiftinum. Vit heita á viðkomandi um vinarliga at bera kommununi bulin aftur.