Trúðu ikki Ferguson

Liðfelagarnir høvdu ilt við at trúgva skotska liðskiparanum, tá hann greiddi frá, at hann á seinastu Føroya-ferðini vaknaði, við at ein seyður hugdi inn á kamarsvindeyga hansara

Fótbóltur

 

Sambært skotska blaðnum Daily Record, so høvdu skotsku spælararnir ilt við at trúgva tí, tá Barry Ferguson greiddi teimum frá, hvussu tað var at vera í Føroyum.

Ferguson, Davie Weir og Cristian Dailly vóru eisini við, tá skotar vitjaðu seinast, og liðfelaganir flentu í kíki, tá hesir tríggir greiddu frá, hvussu føroyingar høvdu gras á takinum og hvussu hann tann eina morgunin vaknaði, meðan ein seyður hugdi inn á kamarsvindeygað hjá sær.

- Men teir sóu, tá vit komu her, at alt passaði, sigur Ferguson við blaðið.

Hóast lagið eisini var skemtandi, so ávarar Ferguson um, at talan verður um alt annað enn lættan dyst hjá skotum í Føroyum.

- Men hetta er millum annað tað, sum altjóða fótbóltur snýr seg um. Tú skalt eisini duga at koma til slík støð og vita, at treytaleysa kravið er trý stig. Tað megnaðu vit ikki seinast, men eg haldi sjálvur, at vit hesa< ferð eru nógv betri fyri til dystin. Bæði tí vit hava eitt betri lið, men eisini tí vit nú vita, hvat skal til.

- Teir spæla við nógvum fólki aftan fyri bóltin, og tí mugu vit ansa eftir, at vit ikki leypa framav, samstundis sum vit skulu leggja trýst. Eg veit væl, at føroyingar halda, at hetta er ein dystur, sum teir kanska kunnu fáa stig burturúr. Men tað er upp til okkum at prógva, at hetta ikki verður so, segði Ferguson.

Saman við Darren Fletcher úr Manchester United verður Ferguson roknaður sum ein av avgjørdu lyklaspælarunum hjá skotum til dystum. Tað verða mest sannlíkt teir báðir, sum manna miðvøllin, og tí verða tað teir, sum skulu stýra skotska trýstinum, ið ætlandi skal geva teimum sigurin.