Ítrótturin á Tvøroyri fingið merki at savnast um

Her sæst nýggja búmerki hjá Ítróttardeplinum við Stórá í Trongisvági

Nú hevur ítróttardepilin við Stórá í Trongisvági fingið nýtt búmerki.

 

Tað varð avdúkað nú seinnapartin, og tað er Arne Johansen, sum hevur teknað nýggja búmerki og virðislønin fyri tað var 5000 krónur.

 

Tað er Mentamálanevndin hjá Tvøroyrar Býráð, sum hevur tikið stig til at at fáa búmerki og tí varð skipað fyri eini kapping um at gera eitt búmerki.

 

Tá ið freistin var farin, høvdu fimm uppskotsstillarar latið inn tilsamans 12 uppskot og síðani hevur dómsnevndin, ið var Mentamálanevndin, og starvsfólk í umsitingini hjá býráðnum, mett um tey.

 

Treytin var, at fáa eitt búmerki, ið er savnandi,  og sum vísir, at talan er um eitt ítróttarøki.

 

Samstundis skal búmerkið kunna setast á bygninginum, umframt at tað skal kunna brúkast á brævpappíri, heimasíðu og lýsingum.

 

Og tað var Anita Vibergsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum, sum avdúkaði búmerkið.

 

- Búmerkið hevur fáar litir, tað er einfalt, og vísir landsslagið og ánna oman ígjøgnum dalin við einføldum strikum, segði hon

 

- Samstundis vísir rundingurin bólt felsagsskap, og navnið, "Ítróttardepilin við Stórá" fellur natúrliga inn í búmerkið.

 

Tann grøni liturin, sum eisini er vónarinnar litur, lýsir væl umhvørvið og landsslagið, og verður hugt niður á búmerki, minnir tað eisini um eitt stadion, segði Anita Vibergsdóttir.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir av tiltakinum, tá ið búmerkið varð avdúkað seinnapartin í dag.