- Játtanin til ÍSF hevur staðið í stað á løgtingsins fíggjarlóg síðani 1993. 1993 var eitt hitt ringasta kreppuárið í landsins søgu, og tá minkaði játtanin til ÍSF munandi. Ítrótturin hevur framvegis som játtan sum tá. Talan er um 2 miljónir kr, umframt játtan til ítróttaferðir. Ongin játtan er til umboðan ella til útlendskt samstarv ella altjóða luttøku, er heldur. ?- Verandi játtanir, ið ÍSF fær, røkka nærum ikki til dagliga virksemið. Og so slettis ikki til menning, herundir til landsliðsarbeiðið. Og tá serliga ungdómslandsliðs-arbeiðið, tí tey vaksnu landsliðini hava eina hægri raðfesting! ?Vit eru inni hjá Petur Elias Petersen, næstformanni hjá ÍSF, sum eisini er væl kendur frá kappróðrar-umhvørvinum. Men tað sæst týðiliga, at Petur Elias heldur, at tað er ein tungur róður at fáa ÍSF at virka eftir ætlan.
Vóru grammir
Petur Elias greiðir frá, at ÌSF gjørdi eitt risastórt arbeiðið fyri at útvega føroyingum møguleikan at tippa, og at spæla lotto. Men tá P/F Ítróttarvedding best varð komin upp at koyra gjørdist politikkarnir grammir. Ágóðin hjá ÍSF av ítróttarveddingini bleiv skorin niður á 60%. Politikkarnir syrgdu fyri, at Mentamálaráðið fekk 20%, og at Føroya Ungdómsráð fekk 20%. ?- Ikki tí! Vit unna væl, at FUR fær hasi 20%. Vit halda bara, at ÍSF og FUR burdu býtt tey 20%, sum Mentamálaráðið fær, sigur hann.
Góð úrslit
Petur Elias vísir eisini á, at føroyskur ítróttur hevur havt nógv góð úrslit í millumtjóða og altjóða kappingum. Her sipar Petur Elias m.a. til svimjingina, og øll teirra avrik. Tey seta met, sum ongantíð áður. Yngru flogbóltslandsliðini og yngri fótbóltslandsliðini. Og fimleikurin hevur eisini klárað seg væl í m.ø. estetiskum fimleiki. Sum eitt hitt besta dømið, so nevnir hann Oyggjaleikirnar á Rhodos í fjør. Tá Føroyar gjørdust nr. 3, og settu føroyskt met fyri vunnin heiðursmerki. Hondbóltslandsliðið fekk eisini góð úrslit á heimavølli ímóti Serbia og Ísrael. ?- Um vit fingu eina størri játtan, og hetta var oyramerkt til altjóða luttøku, so høvdu vit fingið enn størri ferð á aktivitetirnar. Haraftrat høvdu tey, ið ikki hava ráð at luttaka í altjóða og millumtjóða kappingum, fingið møguleikan at vísa kynstur síni, sigur Petur Elias.
Skulk
Petur Elias Petersen er eisini harmur um, at Mentamálráðið ikki hevur syrgt fyri, at somu reglugerðir og rættindi eru galdandi fyri allar skúlar, og allar lærustovnar landsins. Á alt ov nógum miðnámsskúlum uppliva næmingar, at teir verða skrásettir fyri skulking, tá teir eru uttanlands og umboða sítt land í millumtjóða og altjóða kappingum. ?- Hetta er so ikki motiverandi fyri tey ungu. Heldur tvørturímóti, sigur hann avgjørdur. ?- Her eiga vit sjálvsagt at skipa reglugerðirnar soleiðis, at tey ungu fáa loyvi at íðka sín ítrótt, uttan at tað gongur útyvir skúlan. Eitt kent dømi úr Noregi er Steffen Iversen. Tá Steffen Iversen fekk ein sáttmála við Tottenham í 1996, so fekk hann ein part av herskylduni hjá sær útsetta. Í øðrum londum er ein politikkur á hesum økinum. Í Føroyum er eingin slíkur enn.?Petur Elias nevnir eisini, at lærarar verða trektir í løn, um teir sum virknir venjarar ella ítróttarleiðarar fara uttanlands, ella um teir skipa fyri ítróttarkappingum her. ?- Í Íslandi fáa almenn sett starvsfólk frí við løn tá tey fara út um landoddarnar at umboða sítt land. Ella um tey fáast við tiltøk, sum eru landinum til sóma. Ísland hevur sæð týdningin av at hava aktivar leiðarar – eisini um tey eru í almennum starvi.?Petur Elias fegnast kortini um ítróttarbreytina, sum Handilsskúlin á Kambsdali hevur tikið stig til. Og sum er ein stórur bati fyri tey ungu, sum gera nógv við ítróttina. Hann hevur nógv rós at bera hesum átakinum.
Petur Elias kundi hugsað sær, at elitu-íðkarnir kundu fingið eina starvsløn frá landinum, eins og vit kenna tað frá listini. Hetta hevði gjørt tað møguligt at fara og vant í teimum fremstu londunum innan teirra ítróttargrein.
Uppvaksin í Sandavági
Petur Elias er annars vaksin upp í Sandavági. Hann er sonur Niels M. Petersen og Julionnu, fødd Andreassen úr Havn. Petur Elias hevur tvær yngri systrar, Dorthea og Birita. Sandavágur var eitt gott pláss at vaksa upp í hjá einum aktivum smádreingi. ?-Har var seyður, har var nótakast, har var áin, og har var vøllurin á Valloyrini, greiðir Petur Elias frá. ?Hann fór at sparka við SÍF, sum 11 ára gamal. Torkil Nielsen var á liðnum, og longu tá bar hetjan frá Landskrona liðnum hjá sær. ?- Eg var annars í Landskrona tann søguliga dagin, tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki. Føroyingahúsið í Keypmannahavan skipaði fyri einari bussferð, og eg meldaði meg til, tí eg var eitt ørindi niðri tá. ?Petur Elias var ikki altíð so drúgvur á vøllinum, men tað var skjótt, at tey har vesturi sóu hansara organisatorisku evnir.
Í nevnd 15 ára gamal
Petur Elias kom í høvuðsnevndina hjá SÍF, sum varð mannað við 5 kvinnum, og 5 monnum. Petur Elias sat í nevndini hjá SÍF fram til 24 ára aldur. Gardar Joensen, Jóanes Nielsen og Dánjal Thomsen vóru formenn um hesa tíðina. Pápin hevði eisini sitið í nevndini hjá SÍF, og pápabeiggin Sigurd sat í nevndini hjá SÍF í eina hálva øld. Frá 15 ára aldri og fram til 18 ára aldur róði Petur Elias við Ørnini. Teir vunnu ongar heiðurskrónir, men onkuntíð fingu teir heiðurlig úrslit. Petur Elias sat í dómaranevndini hjá Hondbóltssamband Føroya frá 1986-1990. Árini 1988-1994 sat hann í starvsnevndini hjá Róðrarsambandinum. Árini 1988-1993 var hann formaður í kappingarnevndini.
ÍSF kallar
Petur Elias var valdur í starvsnevndina hjá ÍSF í 1995, og har hevur hann sitið síðani. Fram til 2005 var hann valdur skrivari. Og hevur hann verið næstformaður, síðani Sverri Midjord segði sessin frá sær í 2005. Petur Elias var við til at byrja dopingeftirlits-nevndina, og sat hann eisini í tí fyrstu nevndini.Eisini er Ítróttadómstólurin settur á stovn. Hann hevur verið við til at fyrireika 6 ferðir til Oyggjaleikirnar millum 1997 og 2007. Hann var limur í Oyggjaleikanevndini inntil 2005, tá hon var avtikin. Tað arbeiðið verður nú gjørt av starvsnevndini og umsitingini hjá ÍSF. Petur Elias varð eisini liðleiðari hjá A-landsliðnum í fótbólti millum 1993 og 2002. ?- Tað var ógvuliga gevandi og mennandi. Og havi eg nógv góð og rík minnir frá tí tíðini. Eg fekk sæð og upplivað nógv hesa tíðina!?Men Petur Elias minnist ilt á túrin til Bucharest, tá Føroyar taptu 0-7. ?- Tað var súrt at skula ferðast so langt og verða so illa bankaðir. ?42 ára gamli sandavágsmaðurin hevur nógvar royndir, so hann veit hvat hann tosar um, tá hann roynir at koma í tal við politikkarnar, fyri at fáa teir at geva ítróttinum betri karmar.
?---
Fakta
Navn: Petur Elias Petersen
Føddur: 30. desember 1965
Giftur: Innu Sigvardsen av Argjum
Børn: Vár (1999), Eyð (2002) og Sólja (2005)
Útbúgvingar: HF frá Hoydølum í 1985, og bankaprógv frá Gamla Føroya Banka í 1989?Starv: Marknaðarleiðari í Tryggingarfelagnum Føroyum
Felag: SÍF
Petur Elias um føroyskan mat
- Mær dámar væl føroyskan mat. Hann má verða við til ymisku, serligu høvini. Føroyskur matur er siðaarvur, sum ikki má detta niðurfyri.
...um kommunusamanlegging
- Tað er uppá tíðina, at Sandavágur og Miðvágur leggja saman til eina kommunu. Frá 5. flokki gekk eg í felagsskúlanum á Giljanesi, og eg havi eisini verið leiðari fyri Føroya Banka vesturi í Vágum, sum hevði sætið í Miðvági. Saman standa vit sterkari!
... um Vágatunnilin
- Hann hevur verið mær, og mongum øðrum góður. Hann skuldi bara verið komin nógv fyrr. Ætlanin skuldi ikki verið útsett í 1989. Hevði hann ikki verið steðgaður tá, so hevði eg óivað búð í Sandavági, enn tann dag í dag. Tað er einki stress við tunnlinum, í mun til fyrr.
... um innandura rógving?- Hann kann verða bæði góður og ringur. Góður, tí tú kanst íðka tá tú vil, og hevur tíð. Tað er eisini nógv tryggari fyri veður og vind. Tú er tað keðiligt, um hesin gongur út yvir tann siðvanda róðurin við bátunum. Har mugu vit verða varin!
?