Ítrótturin fyllir nógv um veturin

90 sekund: Hondbóltsspælarin og húsavørðurin Agnar Joensen lurtar eftir Ynskiløtuni, dámar væl at ferðast í Føroyum, og hevur valt hondbóltin fram um kappróður og fótbólt

Starv?

Húsavørður á Hotel Føroyar og Sjóri á 7Adventures


Hvat er tað besta við starvinum?

Man møtir og arbeiðir við nógvum nýggjum persónum


Hvussu sær ein vanligur arbeiðsdagur út?

Fyrst kanni eg mail og spectra-skipan aftur við einum góðum kaffimunni. Síðani verða tær uppgávur gjørdar, ið eg tá hevur fingið via mail og annað.


Hví hevur tú valt at íðka hondbólt fram um aðrar ítróttargreinar?

Tað kemst helst av, at hondbóltur hevur altíð verið tann fremsta ítróttargreinin í Vestmanna, men eg havi tó róð kapp í nøkur ár og eisini spælt fótbólt.

Hvussu nógv fyllir ítrótturin í gerandisdegnum?

Spyr konuna. Hann fyllur sera nógv um veturin - 4 til 5 dagar um vikuna.

Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?

Lurti so at siga eftir øllum. Ynskiløtan er altíð frá, tá tað ber til, har er jú sera blandað. Eg lurti eftir øllum frá John Mogensen til Celine Dion.

Hvat er besta lag, sum er gjørt?

Crazy Nights hjá Kiss.


Hvussu eru tínir matvanar?

Eti tað, ið rekst framm við, men eti so at siga ikki bomm.


Hvør er tín fyrimynd?

Abbi mín, Agnar Nielsen


Hvat gert tú í frítíðini?

Fáist mest við okkara fyritøku 7Adventures, síðani hondbólt, og dámi sera væl at skjóta fugl, haru og at fiska laks.


Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi?

Eg eri sera nógv við familju og vinum um summarið, har vit antin eru við kampingvogni ella leiga summarhús runt Føroyar, og tað dámar mær væl


Hvør er tín lívrættur?

Ringt at siga nakað ávíst, men alt føroyskt og so nýbakaðu bollarnir hjá konununi.


Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?

Ongum í Kringvarpinum. Á Televarpinum Discovery og National Geographic


Hvør bók liggur á náttborðinum?

Bíblian liggur í skuffuni.