Ítróttarsendingin á SVF byrjar 24.mars

Allur ítróttur fær innivist í sendingini, men serliga verður varpað ljós á fótbóltin

Sjónvarp Føroya fer nú aftur undir at gera eina ítróttarsending. Sjónvarpið hevur fingið nógvar ábreiðslur fyri at gera alt ov lítið við ítróttin, men nú fáa ítróttaráhugaðir føroyingar eina sending um vikuna at síggja fram til.

Sjónvarp Føroya hevur áður roynt at havt ítróttarsendingar á skránni, men tær eru allar dotnar niðurfyri. Síðan Tórun Ellingsgaard hevði ítróttarsendingar miðskeiðis í 90 árunum, hevur ítrótturin ikki havt innivist í eini vikusending í SVF. Nú verður so aftur gjørd ein roynd við eini ítróttarsending í sjónvarpinum. Ítróttarsendingin verður fyri fyrstu ferð at síggja mánakvøldið tann 24.mars.

Heitið á sendingini verður stutt og greitt 3-2, og hon skal ætlandi vera hvørt mánakvøld eftir Breddan. Ítróttarsendingin verður um hálvan tíma til longdar.

Annar av høvuðsmonnunum aftanfyri sendingina, Høgni í Jákupsstovu sigur, at úrslitið 3-2 dekkar yvir flestar ítróttargreinir, og tí mettu teir, at heitið á sendingini lýsti væl, hvat innihaldið fer at vera í sendingini.

Tað verða teir báðir Høgni í Jákupsstovu og Tórur Mikkelsen, sum fara at standa fyri sendingini. Umframt teir báðar, verða fólk leysliga knýtt at sendingini. Talan er bæði um journalistar og myndafólk. Høgni í Jákupsstovu ásannar, at SVF ikki hevur somu møguleikar sum útlendsku rásirnar hava, og tí er skipanin við at fáa fólk uttanifrá fingin í lag.

Nógvur fótbóltur
Høgni í Jákupsstovu sigur, at 3-2 ætlar at vísa ítrótt í sínari breiðari merking. Tað verður pláss fyri øllum ítróttargreinum, men serliga verður tað fótbólturin, sum sjónvarpið fer at leggja seg eftir.

Ætlanin er at taka um endan á hondbóltinum, og tá landskappingini í fótbólti fer á rull aftur verður Sjónvarp Føroya eisini við. 3-2 fer ikki at kappast við bløðini og Útvarp Føroya um tey feskastu tíðindini, tí teir fjølmiðlar hava nógv treytir at gera aktuellar søgur, enn vit, sigur Høgni í Jákupsstovu.

Sjónvarpið fer heldur at leggja seg eftir at hava góðar myndir frá ymiskum ítróttarhendingum. Ætlanin er at hava spennandi innsløg við øðrum vinklum, enn vit vanliga síggja í hinum fjølmiðlunum. Hyggjarin skal vænta sær spennandi søgur um áskoðarar, dómarar, leikarar og onnur øðrvísi evni, verður sagt úr sjónvarpinum.

Ein fastur táttur í 3-2 verður ein gestur í sjónvarpsstovuni, sum sleppur at siga sína hugsan. Umframt fasta gestin, so er ætlanin at hava málini frá øllum landskappingardystum í 1.deild. Tríggir av teimum fimm dystunum verður journalistur á staðnum, sum skal viðgera dystirnar og gera samrøður við aktuellar persónar.

Hóast nógvur fótbóltur verður á skránni á ítróttarsendingini, so verður ikki talan um nakra fótbóltssending burturav. Tá stevnurnar byrja í juni mánað, ætlar sjónvarpið at vera á staðnum, tí rættiliga stórur áhugi er fyri kappróðri. Ætlanin er eisini at koma út á smáplássini, so sendingini ikki einans viðger evni, sum liggja miðstaðarøkinum nær

Í fyrstu atløgu verður 3-2 á skránni til miðskeiðis í oktober. Tá verður ein eftirmeting gjørd av sendingunum, og avgjørt um tað skal haldast fram.

Fyri ítróttaráhugaði má tað kennast fjálgt, at SVF aftur fer undir ítróttarsendingar, og eftir er bert at vóna, at ítróttarsendingin verður ein fastur táttur á skránni hjá SVF í framtíðini