Ítróttarsamband: Steðgið øllum dystum úti sum inni

Danska Ítróttarsambandið, (DIF) mælir nú til, at alt ítróttarvirksemi – bæði uttandur og innandura – steðgar í tvær vikur.

Tað skrivar Danmarks Idrætsforbund í tíðindaskrivi.

Fyrr í kvøld boðaði danska hondbóltssambandið frá, at allir hondbóltsdystir eru avlýstir næstu tvær vikurnar.

Allir dystir og allar stevnur á øllum stigum eru avlýst. Tað snýr seg eisin um bestu deildirnar hja monnum og kvinnum.