Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Nýggjársaftan haldi eg altíð saman við familjuni. Oftast eru vit, konan, børnini og eg, saman við foreldrum og systkum mínum við maka og børnum teirra. Í ár fáa vit so vitjan av systur konu mína og familju hennara, sum koma til Vágs at uppliva stórslignað nýggjárshaldið. Hetta gleði eg meg til.
Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu. Tá vit spyrja, um hann keypir fýrverk, er svarið:
- Ja, eg keypi fýrverk at skjóta saman við børnunum, sjálvandi. Hjá vágbingum liggur tað næstan í genu'unum at dáma væl at skjóta fýrverk, og eg eri einki undantak. Eg dugi eisini at síggja, at hetta genið longu er farið í arv hjá elsta soninum, sum elskar nýggjárstíðarskeiðið.
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2016?
- Hesi seinastu fýra árini hava í kommunalpolitiskum høpi verið sera hendingarík. Í 2016 er tann størsta hendingin helst, tá ítróttaháskúlin hevði fyrsta skúladag í august. Tað er altíð nakað heilt serligt, tá verkætlanir, sum tú hevur arbeitt við í fleiri ár, gerast veruleiki.
Persónliga gleðist Dennis Holm eisini um eitt 2016, har familjan hevði sera nógvar ríkar løtur saman, bæði her í Føroyum og uttanlands.
Og hvat var so keðiligasta upplivingin í 2016?
- Eg eri sera positivur av lyndi og havi kanska hug at gloyma keðiligar upplivingar rættiliga skjótt. Eg harmist tó um, at virksemi hjá fleiri av fyritøkunum á havnalagnum í Vági hevur verið óstøðugt seinasta árið. Møguleikin at fara til arbeiðis er av avgerandi týdningi fyri at kunna liva og virka á einum og hvørjum staði, soleiðis eisini í Vági. Tí vóni eg, at tað verður meiri virksemi komandi ár, sigur Dennis Holm.
Hevur tú sett tær fyri at gera nakað serstakt í 2017?
- Í kommunalpolitiskum høpi eru fleiri spennandi verkætlanir á breddanum, og havi eg stórar vónir til eitt 2017, har vit taka stór stig á skúla-, ítróttar- og mentanarøkinum - og ikki minst á vinnuøkinum, har Vágs kommuna fer at ganga nýggjar leiðir í 2017, sigur borgarstjórin.










