? Tekur landsstýrismaðurin undir við í framtíðini at skipa økið við studentaskúlan í Hoydølum sum ítróttarumsiting, ítróttarháskúla og breytir til frælsan ítrótt?
Hetta vil Heðin Mortensen, løgitngsmaður Sambandsfloksins, hava landsstýrismannin í mentamálum, Óla Holm, at svara.
Heðin Mortensen sigur, at ætlanin er at flyta studentaskúlan úr Hoydølum og út í skúladepilin úti í Marknagili. Hetta verður ikki fyrsta dagin, men eftir eini skipaðari ætlan, ið fer at taka nøkur ár.
? Men tað er neyðugt longu nú at hava eina greiða, skipaða ætlan fyri økið, tá tað gerst tøkt, heldur hann.
Hann sigur, at tann skipaði ítrótturin við ítróttarsambandi, sersambondum og útbúgving krevur góðar hølisumstøður. Serliga við altjóða luttøku økjast krøvini. Ítrótturin má hava eina vælvirkandi umsiting. Ítrótturin má kunna hýsa altjóða fundum. Umstøður mugu vera at útbúgva okkara egnu venjarar, ítróttarleiðarar og onnur á nøktandi hátt.
? Til hetta krevjast góðar hølisumstøður til ráðstevnur, skeiðvirksemi og umsiting, heldur hann, og sigur, at føroysk ítróttarfólk eru von at fara út um landoddarnar á ítróttarskúla. Kunnu føroyingar bjóða slíkan háskúla fram á jøvnum føti við aðrar, fara útlendingar at koma hendavegin. Hetta skapar inntøkur, umstøður at venja og kunnleika til Føroyar.
Frælsi ítrótturin er ein tann ringast viðfarni limurin í føroysku ítróttarfamiljuni. Frælsa ítróttinum tørvar rennibreytir og aðrar vøllir. Slíkar umstøður mugu vera ymsastaðni í landinum, men sjálvsagt eisini í høvuðsstaðarøkinum.
Heðin Mortensen sigur, at hesi trý virkisøkini kunnu ikki nøktast í Gundadali, har ítróttarøki er í dag:
- Nøktandi umstøður hjá skipaða ítróttinum.
- Høli og vøllir til ítróttarháskúla og skeiðvirksemi.
- Breytir og vøllir til frælsan ítrótt.
Hann vísir á, at í løgmansrøðuni verður tørvurin á hóskandi umstøðum umrøddur. Millum annað verður sagt um limaskap í altjóða olympisku nevndini, sum Føroyar vónandi fáa:
?Í tí sambandi verða krøvini til ítróttaranlegg og venjingarumstøður hjá eitt nú frælsum ítrótti munandi økt.?
? Umsóknin um limaskap verður viðgjørd í hesum døgum. Skal áhugin hjá mentamálaráðharranum verða annað enn orð, og skal tað eydnast Føroyum at vinna limaskap, mugu hesi viðurskifti vera í lagi ongantíð ov skjótt, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur, at um landstýrismaðurin í mentamálum tekur undir við hesi ætlan, ber tað til hjá ítróttinum í Føroyum, landsstovnum og kommunum at leggja hesa ætlan í góðari tíð.