Talan er um eini rúmlig ítróttarhús í tveimum hæddum, hvør uppá 300 fermetrar. Í leikskránni hjá felagnum verður greitt frá, at í niðaru hæddini verða umklæðingarrúm, rúm til dómarar og tílíkt, meðan ein í ovaru hæddini fer at hava kiosk, eitt høli til fjepparar og annað.
- Innrættingin verður eisini gjørd soleiðis, at til ber hjá frítíðarskúlanum at halda til her, verður sagt.
Ætlanin er somuleiðis at felagshúsið skal fevna um ymiskan ítrótt, m.a. borðtennis.
Tá arbeiðið við húsinum og skýlinum er liðugt, fer kostnaðurin at liggja um einar 7 mió. kr.