ítróttarhøllin í Sandoy tikin í nýtslu

Stórur dagur verður í Sandoynni leygardagin, tá sandoyingar kunnu taka nýggju ítróttarhøllina í nýtslu.

Tá verður almenn móttøku í høllini, har Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum fer at handa sandoyingum høllina.

Høllin er við Meginskúlan á Sandi og hevur kostað góðar 27 milliónir krónur at byggja og arbeiðið hevur gingið væl, sigur Landsverk, ið er byggiharri.

Almenna móttøkan byrjar á miðdegi, klokkan 12, tá ið Ítróttarhøllin letur upp.

Annars verður hornmusikkur, skrúðgonga, felagssangur, røður, skemt og okkurt verður undir tonnina eisini.

Men tey, sum sleppa at taka høllina alment í nýtslu, verða sandoyarbørn, sum fara at spæla flogbólt í høllini.

Annars verður eisini fagurfrøðiligur fimleikur á skránni og aftan á verður ein dystur av tí meiri skemtiliga slagnum á skránni, tá ið politikarar í Sandoy og starvsfólk hjá Landsverki fara at spæla flogbólt.