- Nýggi tilbygningur til ítróttarhøllina í Runavík verður eitt vakurt byggilistarligt dømi um, hvussu tað ber til at skapa meiri og betri pláss fyri fimleiki og bleytum rørslusløgum í eini ítróttarhøll.
Tað staðfestir, Torben Frølich, stjóri, Lokale og Anlægsfonden, sum stuðlar verkætlanini við fýra milliónum Krónum.
Hondbóltshallir við bert einum stórum ítróttarøki á 20x40 metrar, eru ikki tey bestu økini til fimleik og onnur bleyt rørslusløg.
- Tað hevur man tikið til eftirtektar í Runavík, har tey í fjør bjóðaðu til arkitetktakapping um, hvussu ítróttarhøllin kundi styrkjast við einum tilbygningi, sum bæði kundi hýsa teimum, ið ikki spæla bólt, og sum samstundis hóskar til serstøku nattúruna í økinum.
- BBP Arkitektar vunnu kappingina og tey hava áður staðið fyri nýhugsandi verkætlanum sum Gyngemosehøllini í Gladsaxe uttanfyri Keypmannahavn, Korsgadehøllini í Keypmannahavn og Hørning Høllini í Skanderborg Kommune.
Saman við fimleikarunum í Runavík og Runavíkar Kommunu fóru arkitektarnir í samstarvi við Lokale- og Anlægsfonden undir verkætlanina í Runavík, sum nøktar tørvin hjá teimum 700 fimleikarunum, og sum samstundis gevur rúmd fyri øðrum bleytum rørslusløgum og sjálvfyriskipaðum ítrótti, og nýggj støð til sosiala samveru og fundir.
Stór glasflata gevur møguleika at njóta natúruna innan út høllini.
Tilbygningurin er er í tveimum hæddum, tilsamans 2.375 m² , og verður settur saman við ta einu langsíðuna og endan eystureftir á ítróttarhøllini.
- Stórar glasflatur eystureftir, vestureftir og suðureftir geva nýggjar møguleikar fyri at njóta útsýnið til natúruna og tað serliga ljósið bæði frá gomlu høllini og frá tilbygninginum.
- Á niðaru hædd í tilbygninginum verður eitt stórt øki til reiðskapsfimleik. Ein nýggj tribuna verður ímillum høllina, sum er, og nýggju høllina, soleiðis at hon verður eitt savningarstað fyri brúkarar og gestir mitt í høllini.
- Partar av tribununi verða flytbarir, soleiðis at hon kann broytast alsamt. Nýggja millumøkið millum hallirnar kann eisini nýtast til ymiskt virksemi sum t.d. hockey og minifótbólt. Afturat tí kemur eitt fjølbroytt øki til ymiskt virksemi við møguleika fyri sjálvstøðugari venjing, borðtennisborðum og boksibóltum.
- Á ovaru hædddini verður ein balkong við fitness-øki, sum vendir vestureftir og hevur gott útsýni til hagan.
- Frá balkongini er atgongd til ein dansisal til estetiskan fimleik á 200 m² og eitt fundarhøli. Dansisalurin fær glasveggir á langsíðunum, so útsýnið er frítt oman í reiðskapsøkið.
Bæði á niðaru og á ovaru hædd fáa stóru vindeygaflaturnar møguleika fyri avskerming, sum kann nýtast eftir tørvi.
Uttanfyri tilbygningin verður eitt uttandura virksemisøki gjørt, sum er partvís yvirdekkað av úthanginum á takinum av tilbygninginum. Her verður pláss til klintristativ, minitrampolinir, bita og bóltvegg, og alt økið kemur at virka sum ein virksemisbrúgv millum fimleikin inni í høllini og fótbóltsøkið uttanfyri.
Verkætlanin kostar 39,4 milliónir. Runavíkar Kommuna stuðlar við 33,7 milliónum og Lokale og Anlægsfonden við fýra milliónum krónum.
- Fimleikafelagið ,Støkk, er eitt av størstu ítróttafeløgunum í Føroyum. Frá at hava havt sítt virksemi í ymsum hølum í økinum, kann alt virksemi nú savnast í nýggju høllini, staðfestir Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík.
Torben Frølich, stjóri í Lokale og Anlægsfonden heldur, at í verkætlanini megnar eitt einfalt byggilistarligt snið at skapa eitt øðrvísi og kveikjandi rúm til fimleikin.
- Verkætlanin er eitt gott dømi um, hvussu ein vanlig ítróttahøll kann verða til annað og meiri enn bóltspæl,









