Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn, sum fer at halda 30-ára føðingardag næsta ár, er í so ringum standi, at verður umfatandi umvælingararbeiði ikki gjørt beinanvegin, forferst hon.
Takið lekur illa, toilettviðurskiftini eru út av lagi vánalig, skiftirúmini og gongin trongja til ábøtur, og sum heild er talan um eina niðurslitnað høll.
Sum navnið á høllini gevur ábendingar um, er Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll roknað til annað enn bara ítróttardystir. Men formaðurin í hallarnevndini er ikki stoltur av at bjóða høllina fram.
? Sum støðan er nú, er tað ein skomm at bjóða høllina fram. Hon er niðurslitin og hevur heilt einfalt ikki hentleikarnar, sum verða kravdir av eini høll í dag, sigur Annfinn Brekkstein.
Saman við Annfinn Brekkstein, sum umboðar Kyndil, eru eisini umboð fyri feløgini, sum vóru við at byggja høllina ? Neistin, B36, HB og Havnar Badmintonfelag ? við í hallarnevndini. Býráðsformaðurin í Havn er eisini limur.
Mentamálanevndin spælir við
Hallarnevndin hevur í samráð við verkfrøðing gjørt ein útgreining av trupulleikunum í høllini, og umvælingarnar, sum mett verður neyðugt at gera, skal høllin yvirliva, koma at kosta 4,2 milliónir krónur.
Hallarnevndin hevur sjálv skaffað fígging til ein part av hesum kostnaði, men treytin frá bankanum er, at øll verkætlanin verður framd.
Tað vil siga, at høllin verður gjørd í stand, øll sum hon er, og at lappaloysninar verða sleptar.
Hallarnevndin hevur eisini sent mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð eina umsøkn um pengar til umvælingarnar.
? Vit hava greitt tekniska stjóranum hjá kommununi og mentamálanevndini frá okkara verkætlan, og nú bíða vit eftir svari frá teimum, sigur Anfinn Brekkstein.
Og formaðurin í mentamálanevndini hjá býráðnum, Kaj Leo Johannesen, er fullgreiður yvir, hvat valið stendur ímillum. Antin verður høll gjørd í stand ella forferst hon.
? Málið verður framvegis viðgjørt í nevndini, men eg haldi, eg kann siga, at tað verður meiriluti fyri at gera neyðugu umvælingarnar við høllini. Vit kunnu simpelten ikki lata hana fara, sigur hann.
Mentamálanevndin fer at hava fundir við hallarnevndina, áðrenn nøkur endalig avgerð verður tikin, og mest sannlíka loysnin er, at verkætlanin hjá hallarnevndini og verkfrøðinginum verður fylgd, og at arbeiðið verður gjørt yvir tvey ella trý ár. Byrjast skal í ár.
Vánaligar umvælingar
Orsøkirnar til, at høllin á Hálsi er í so ringum standi, eru fleiri. Fyrst og fremst er talan um slit í eini 30 ára gamla høll, men tað hevur eisini havt ávirkan, at nógv varð spart við umvælingum síðst í 80 árunum og fyrst í 90 árunum, tá kreppa var í landinum.
Dømi er eisini um umvælingararbeiðið, sum ikki er nóg væl frágingið. Takið á høllini varð skift fyri 10 árum síðani, og tann parturin av høllini er í dag tann, sum er mest umráðandi at fáa umvælt av nýggjum.
Takið lekur illa, og serliga gera vatntrupulleikarnir ónáðir á kaffistovuni, men regnar illa, dryppar vatn eisini á gólvið inni í sjálvari høllini, har dystirnir fara fram.
? Vit hava nú gjørt vart við trupulleikarnar og hava gjørt okkara heimaarbeiðið. Nú er tað upp til býráðið at gera av, hvat høllin skal brúkast til framyvir, og eg havi fult álit á, at teir koma til eina skilagóða loysn, og at teir virða okkara umsókn, sigur Anfinn Brekkstein.